* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farmaskip mist last av timbri í Norðsjónum

Farmaskipið, Heba M, misti ein stóran part av dekslastini av timbri í havið í Norðsjónum út fyri Hollandi seint um kvøldið 27. januar ella tíðliga um morgunin 28. januar.

        

Skipið breyt túrin frá Ventspils í Letlandi til Crotone í Italia av, og fór í staðin inn til Falmouth Anchorage um morgunin 29. januar.

 

Nú liggur skipið í Falmouth, ivaleyst tí lastin hevur rósað og skal fáast upp á pláss aftur og festast, áðrenn skipið fær loyvið at halda fram leiðina til Italia. Ávaringar eru sendar út um timbrið, sum er farið í havið.

 

Heba M er 6.900 DWT og er smíðað í 1995. Tað siglir undir Cook Islands flaggi, og Masour Management í Turkalandi leigar tað.

 

Kelda: Maritime Danmark