* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farmaskip misti fleiri bingjur enn hiðartil hildið

Talið á bingjum, sum stóra farmaskipið “MSC Zoe” misti út fyri hollendsku strondini fyrst í januar í ár, er størri enn higartil hildið. Roknað verður nú við, at talið á bingjum, sum endaðu í havinum, var 345 ella í minsta lagi 50 bingjur fleiri enn higartil hildið.

 

Eftir at MSC Zoe, sum er eitt av heimsins størstu farmaskipum, hevur verið í Gdansk í Póllandi og lossað, er reiðaríið komið fram til, at fleiri binjur vanta enn higartil hildið. Í staðin fyri 291, vanta í minsta lagi 345 bingjur.

 

MSC Zoe, sum siglir undir panamaflaggi, sigldi í týskum sjóøki, tá tað boðaði frá missinum 1. januar í ár.

 

Fyrst varð boðað frá, at skipið hevði mist 270 bingjur, og seinni varð hetta talið hækkað upp í 291. Nú sær út til, at í minsta lagi 345 bingjur endaðu í havinum. Nógvar bingjur sukku, men fleiri enn 20 bingjur eru riknar upp í fjøruna á Wadden Islands, sum liggja út fyri norðurstrondini á Hollandi.

 

MSC Zoe er 396 metrar langt og lasta 19.224 TEU.

 

Kelda: gCaptain