* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farmaskip sigldi inn í gamlan harragarð í fjøruni í Istanbul

Hendingin, tá eitt farmaskipið sigldi inn í ein gamlan harragarð í fjøruni í Marmarasjónum við Istanbul í Turkalandi, verður nú kannað.

 

Guvernørurin í Istanbul sigur, at skipið er tikið til eitt akkerspláss í Ahirkapi. Her verða skaðarnir umvaldir. Orsøkin til óhappið var feilur í høvuðsmaskinuni.

 

225 metrar langa skipið, Vitaspirit, sum er undir maltesiskum flaggi, var á veg úr Russlandi gjøgnum Bosporussundið, haðani tað skuldi til Saudiarabia. Ein staðkendur loðsur var við umborð.

Takið á gamla harragarðinum brotnaði og ovaru gólvini fóru eisini í smildur, vísa myndir frá hendingini. Tað sæst eisini, at fronturin í bygninginum fer í havið.

Myndir vísa, tá stevnið á skipinum rakar bygningin, sum stendur á asiatisku síðuni á Bospurussundinum. Nógvur roykur og rusk fer sendandi upp í luftina, tá bygningurin smildrast.

- Tað var sum í einum ræðufilmi. Ongin skilti veruliga, hvat tað var, sum hendi. Skipið hevði longu brotið seg inn í bygningin, áðrenn vit vóru komin heilt niðurundir og út í garðin, sigur Ashi Zeynep Ertürer, ein teirra, sum átti bygningin.

- Hetta er ein 200 ára gamal bygningur. Nakað av bygninginum kunnu vit varðveita, men nógv er farið fullkomiliga fyri skeyti, sigur hon við Dogan News Agency.

- Vit vænta stuðul frá fólkinum, og vit vænta stuðul frá almennu myndugleikunum, sum varða av trygdini á sjónum. Og vit vænta, at tey, sum hava ábyrgdina av tí, sum hendi, koma at standa til svars, sigur hon.

Slíkir harragarðar ella stórmanshús, sum í Turkalandi verða rópt yalis, eru millum søguligastu og kostnaðarmiklastu bygningarnar yvirhøvur fram við sjónum í Istanbul.

Ein hin mesta skipaferðslan í heiminum yvirhøvur er júst gjøgnum Bosporussundið. Í 2017 sigldu umleið 42.000 hernaðarskip, vaktarskip og farmaskip gjøgnum sundið.

Kelda: Hürryet Daily News