* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farmaskip úr Polen álopið í Guineaflógvanum

Sjórænarar lupu seinnapartin mikudagin á pólska farmaskipið, ESL Australia, sum siglir undir kypriskum flaggi. Skipið var statt 44 fjórðingar í ein útstynning úr Bonny Island í Nigeria, tá álopið var framt. Tað eydnaðist sjórænarunum at koma umborð á skipið.

 

Dryad Global, sum hevur hesar upplýsingarnar, hevur í løtuni ikki fleiri upplýsingar um álopið, annað enn at manningin skal hava víðgirt seg umborð, og at flotaherlið hjá Nigeria er á veg á staðið.

 

Havleiðirnar sunnanfyri Bonny Island eru kendar fyri nógv sjórænaraálop. Bara í ár hava sjórænarar lopið á skip fimm ferðir. Alt árið 2019 gjørdu sjórænarar í Guineaflógvanum fýra álop á skip.

 

ESL Australia, sum er 17.356 DWT, var á veg frá Takoradi í Ghana til Douala í Kamerun, tá álopið varð gjørt á skipið.

 

Kelda: Maritimedanmark