* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farmaskip við seglum skulu smíðast í Fraklandi

Franska reiðaríið, Neoline, fer undir at byggja tvey farmaskip, sum verða útgjørd við seglum. Seglini skulu gera, at skipini fara at spara millum 80 og 90 prosent av oljunýtsluni í mun til eitt vanligt farmaskip. Ætlanin er, at skipini skulu fara í sigling í 2021.

 

Heilt øðrvísi hyggjuráð skulu takast í brúk, um ætlanirnar hjá IMO at minka um útlátið av rakstrarhúsgassum skulu røkkast. Eitt hugskot er at fara aftur til ta tøkni umborð á skipum, sum varð nýtt í hundraðtals ár á øllum heimsins høvum.

           

Ein fronsk skipasmiðja skal smíða tey bæði farmaskipini. Fimtan skipasmiðjur bjóðaðu uppá arbeiðið.

 

Skipini verða smíðað sum ro-ro-skip við seglum, sum altso skulu spara skipunum uppí 80 til 90 prosent av brennievni og samsvarandi minni rakstrarhúsútlát. Skipini skulu sigla á einari farleið millum Saint-Nazaire í Frakland og amerikonsku eysturstrondina.

 

Reiðaríið skrivar, at tað nú fer at útvega fígging til ætlanina.

 

Kelda: Maritime Danmark/World Maritime News