
Faroe Petroleum funnið kolvetni í Noregi
Tað er saman við eysturríkska oljufelagnum, OMV, Spirit Energy og Statoil, at Faroe Petroleum aftur hevur funnið lovandi nøgdir av kolvetni á norska landgrunninum - 245 kilometrar norðanfyri Kristiansund.
Stjórin í Faroe Petroleum,
Graham Stewart, sigur eini fráboðan sambært e24.no, at hann er ógvuliga fegin
og væl nøgdur, nú tey kunnu boða frá góða boriúrslitinum.
e24.no skrivar, at hetta
seinasta boriúrslitið kemur aftrat einari røð av frálíkum úrslitum hjá smáum og
miðalstórum oljufeløgum seinastu tíðina á norska landgrunninum.
- Fyri Statoil hevur
úrslitið kanska ikki so stóran týdning, men fyri smærri feløg sum OMG og Faroe
Petroleum hevur hetta nógv at siga, skrivar e24.no.
Faroe Petroleum eigur 20% av
hesum leitiloyvinum, OMV eigur 30%, Statoil 40% og Spirit Energy eigur 10%.
Borað hevur verið við oljupallinum, Deapsea Bergen, og borðað varð niður á 4,5 kilometra dýpi frá.
Aftaná fráboðanina um
úrslitið av oljuleitingini hækkaði virðið á partabrøvunum hjá Faroe Petroleum
við 11% í London.
Kelda: e24.no