* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Vantage hevur siglt á rutini millum Havnina og Hanstholm.

- Tað gekk ikki sum vænta, vit fingu ikki nóg stórar mongdir av góðsi, sigur stjórin á Faroe Ship, Bogi P. Nielsen, við danska blaðið Søfart.

 

Byrjað varð annars at sigla hesa farleiðina millum Føroya og Hanstholm í apríl í fjør.

 

- Ætlanin var, at farleiðin millum Hanstholm og Tórshavn skuldi vera eitt nýtt flutningstilboð, og tað er stutt ímillum báðar havnirnar, sigur Bogi P. Nielsen.

 

Siglt varð eina ferð um vikuna við farmaskipinum, Vantage. Skipið kom til Hanstholm leygardag.

 

- Eimskip hevur frammanundan eina rutu millum Tórshavn og Aarhus, men Hanstholm-sambandið skuldi vera ein eyka møguleiki, sigur Bogi P. Nielsen.

 

Umframt vantanti farmanøgdir hevur Vantage til tíðir havt trupulleikar at hildið ferðaætlanina orsakað av ringum veðri, Men Bogi P. Nielsen undirstrikar kortini, at veðrið hevur ikki verið størsta orsøkin til avgerðina at steðga rutuni.

 

Kelda: Søfart