* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farvæl til risabingjuskip í framtíðini?

Risabingjuskip upp á meira enn 20.000 TEU krevja stórar havnir og skapa stórar logistiskar trupulleikar, heldur shippingfyritøkan Seahorse Ship Agencies. Felagið ímyndar sær tí, at smærri feederskip í framtíðini verða flutt runt á havgangandi móðurskipum.

Talan verður um eina kollvelting í bingjuskipaferðsluni um allan heim, stendur tað til amerikonsku shippingfyritøkuna Seahorse Shipping. Risastór skip, ið sigla upp á risastórar havnir, skapa trýst, ið raka avskipingarnar, tí tað elvir til seinkingar í veitingunum. 

Tí arbeiðir felagið við eini ætlan um, at smærri feederskip við plássi til 2.250 TEU hvørt, skulu fraktast runt á høvunum av einum móðurskipi, sum ongantíð kemur í havn. Tað gera tey smærru skipini harafturímóti, og tey kunnu brúka havnir, sum eru nógv minni og ikki plágaðar av trýsti, heldur Seahorse Shipping.

Móðurskipið skal kunna taka seks feederskip og harvið tilsamans kunna flyta 13.500 TEU.

Kelda: Maritime Executive