* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Danske Maritime sær stórar møguleikar í, at 170 milliónir krónur av 2,7 milliardum krónum, sum ein meiriluti í Fólkatinginum hevur játtað til grøna gransking, fer at partsfíggja eitt framkomið danskt rannsóknarskip, sum skal lata eina fjøld av havgranskingarupplýsingum, hava skipað eftirlit (monitorering) og gera jarðfrøðiligar kanningar.

 

- Um peningurin verður nýttur rætt, kann hetta verða eitt gott dømi um, hvussu vit við almennum útboði kunnu elva til vøkstur og útbúgving í heimsflokki, sigur Jenny Braat, forstjóri í Danske Maritime.

 

- Byggjaríið av Dana V eigur at nýtast konstruktivt og eigur longur frá byrjanini at virka sum ein granskingar-, menningar- og framtíðarætlan í tøttum samstarvi við danskar skipasniðgevar, skipasmiðjur, feløg og virki, ið framleiða útgerð, og í samstarvi við útbúgvingarstovnar.

 

Umframt stuðul til partsfíggin av Dana V, ber avtalan í sær eina røð av møguleikum umvegis ætlanir, fígging úr grunnum, og samstarv, har sjóvinnuídnaðurin eisini kann gera seg galdandi á fleiri økjum.

 

Kelda: Danskemaritime