
Fekk altjóða sniðgevara-heiðursløn
Eitt vindskip, sum Lade AS í Ålesund í Noregi
hevur framleitt, hevur vunnið “Geran Desing Award 2020” í flokkinum fyri
framkomið skipasnið (Exellent Product Design, Conceptual Transport).
Týska
sniðgevararáðið letur heiðurslønina, sum hevur stóra altjóða tyngd og hevur stóra
virðing um allan heim.
- Hetta kom heilt
óvæntað, skrivar Lade AS í einum tíðindaskrivi.
Í dómsnevndini
sita 37 viðurkendir serfrøðingar úr ymsum fakøkjum innan ídnað, akademiska
heimin, vísindi og sniðgeving.
- Í grundgevingini
vísir dómsnevndin á óvanliga og “futuristiska” sniðið av skrokkinum á skipinum,
sum bæði riggar sum segl, er nógv lættari enn vanligir skrokkar, og sum við
hydro- og aurodynamiska sniðinum minkar munandi um mótstøðuna í sjónum.
Norska sniðið
hevur vakt undran í dómsnevndini. Hon undirstrikar at hetta nýggja sniðið í
framtíðini fer at vera ein stór avbjóðing hjá klassisku skipasniðunum.
Kelda:
Skipsrevyen