* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ferðamannaskip kasta nógvan pening av sær í Keypmannahavn

Fleiri og fleiri ferðafólk við ferðamannaskipum byrja og enda ferð sína í Keypmannahavn, og hetta gevur seks ferðir so nógvar pengar í kassan sum við transitt-uppihaldi. Tað vísir ein greining hjá Cruise Copenhagen.

Cruiseferðavinnan pyntar upp á roknskapirnar hjá Keypmannahavn - og inntøkurnar hækka. Orsøkin er m.a., at støðugt fleiri ferðafólk velja at byrja og enda cruiseferð sína í danska høvuðsstaðnum. Og tað forvinnur býurin í miðal 2.400 kr.  upp á, meðan eitt stop-over bert gevur 400 kr. í kassan.

Cruise Copenhagen ger tí eitt stórt lobby-arbeiði um allan heimin til tess at fáa fleiri at brúka Keypmannahavn sum byrjanar- og endastøð.

“Vit eru við á stevnum og vitja ferðaskrivstovur og reiðarí fyri at gera Keypmannahavn upp aftur meira áhugaverdan sum byrjanar- og endastøð," sigur Claus Bødker, ið er cruiseferðastjóri í Cruise Copenhagen, sambært dr.dk.

Inntøkurnar frá ferðaskipavitjanunum í Keypmannahavn vóru í fjør upp á 1,2 mia. kr. sambært Cruise Copenhagen.

Kelda: DR