* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Caribbean Princess.

Ferðamannaskip søguliga høga bót

Princess Cruise Lines er við ein dómstól í Miami dømt eina bót upp á slakar 300 mió. kr. fyri ólógliga dumping av oljudálkaðum spillivatni og falsan av loggum. Samstundis fekk varskógvarin, ið avdúkaði svínaríið, 1 mió. dollarar í takkarløn.

Tað gjørdist dýrt, rættiliga dýrt, fyri Princess Cruise Lines, at Caribbean Princess hjá reiðarínum 23. august 2013 tilvitað pumpaði oljudálkað spillivatn út í havið út fyri ensku strondini, uttan at brúka neyðuga útgerð at fyribyrgja dálking. Bótin upp á slakar 300 mió. kr. er tann størsta, ið nakrantíð er givin fyri ólóglig útlát.

Málið gjørdist sjálvandi ikki betri av, at manningin við følskum loggum royndi at dylja dálkingina og leyg mótvegis myndugleikunum.

Alt varð avdúkað av einum nýsettum verkfrøðingi á skipinum, ið savnaði inn próvtilfar og meldaði reiðaríið til bretsku havumhvørvismyndugleikarnar. Rætturin í Miami avgjørdi, at varskógvarin skuldi fáa 1 mió. dollarar afturfyri.

Málið varð beinanvegin latið amerikonsku myndugleikunum. Og kanningarnar vístu, at ólógliga útlátið hjá Caribbean Princessikki ikki var ein støk hending, men heldur ein praksis, ikki bert á hesum skipinum, men eisini á fleiri øðrum skipum hjá reiðarínum.

Og í øllum førunum høvdu manningarnar umborð roynt at dylja ólógligu útlátini.

Men tað var altso útlátið av 16.000 litrum av oljudálkaðum spillivatni 23. august 2013 uml. 23 fjórðingar út fyri ensku strondini, ið fekk kavabóltin á rull. Takkað veri einum enskum verkfrøðingi.

Umframt søguligu høgu bótina upp á slakar 300 mió. kr. avgjørdi dómarin í Miami eisini, at Princess Cruise Lines í fimm ár skal geva seg undir óheftar kanningar av umhvørvisstøðuni á øllum skipunum hjá reiðarínum, eins og reiðaríið skal lúka eina serliga umhvørvisætlan.

Princess Cruise Lines valdi longu í desember í fjør at viðganga seg sekan í sjey førum umfatandi ólóglig útlát og at hava roynt at dylja hetta sum mansmorð.

Kelda: Miami Herald/maritimedanmark.dk