* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ferðavinnan skal mennast við skili

Tað var høvuðsboðskapurin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, tá ið hann setti ferðavinnuráðstevnuna Vestnorden 2019 í Høllini á Hálsi fyrrapartin.

Føroyar, Ísland og Grønland samstarva á hvørjum ári um ráðstevnuna, har ferðavinnan í útnorði hittir fleiri hundrað innkeyparar og ferðasmiðir úr øllum heiminum.

Ferðavinnan er í stórum vøkstri í teimum trimum londunum í útnorði, og vinnan fær alsamt størri samfelagsligan og búskaparligan týdning í økinum.

- Við vaksandi ferðavinnuni legst til við arbeiðsplássum, mentanartilboðum, kaffihúsum, matstovum og fyriskipaðum náttúruupplivingum, ið geva bæði okkum og útlendingum øðrvísi møguleikar at uppliva hetta økið, segði Helgi Abrahamsen í setanarrøðuni.

Tað er kortini einki ókent fyribrigdi, at avbjóðingar eru, tá ið nýggjar vinnur stinga seg upp, og tað ræður um at taka hesar í størsta álvara.

- Við fleiri ferðafólkum, ið njóta okkara náttúru, býir og bygdir, verða bæði umhvørvið og mentanin eisini sett undir trýst. Tað setur krøv til eina burðardygga ferðavinnu, um vit vilja varðveita okkara serstaka og óspilta eyðkenni, segði landsstýrismaðurin.

Landsstýrismaðurin hitti í dag eisini grønlendska og íslendska ferðavinnuráðharran á fundi í Vinnu- og umhvørvismálaráðnum. Á fundinum var avrátt at styrkja samstarvið um felags avbjóðingar í útnorði.

Ferðavinnuráðstevnan Vestnorden er fyri innbodnum og endar í dag.

Kelda: Vinnu- og Umhvørvismálaráðið