* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ferja fingið størstu svávulbót í Norra higartil

Color Line hevur kært um størstu bót fyri brot á svávulkrøv, sum norsku myndugleikarnir higartil hava givið, skrivar Sysla.

Ein bót upp á 600.000 norskar krónur er komin á borðið hjá Color Line, eftir at Color Magic, sum siglir á rutuni Kiel-Oslo, hevur brotið mørkini fyri svávulútláti. Tað skrivar sysla.no. Color Line hevur kært um bótina.

Tað var sniffarin á Stórabeltsbrúnni í Danmark, sum førdi til stóru bótina. Tríggjar ferðir á sumri 2016 skrásetti sniffarin ov høgt innihald av svávuli í útlátsgassunum frá Color Magic, og hetta fekk norska Sjóvinnuráðið at fara á eina ófráboðaða vitjan á ferjuni í Oslo, har teir tóku loggbøkurnar við sær.

Sama summarið vórðu seks tilburðir aftrat av ov høgum svávulinnihaldi skrásettir við Stórabelt, skrivar Sysla við ávísing til tíðarritið hjá Sjóvinnuráðnum, Navigare.

Í Color Line heldur Svein Sørensen, ið er dagligur leiðari á Color Marine verksted AS, ikki, at reiðaríið hevur gjørt nakað skeivt. Hann sigur, at tvinnar orsøkir vóru til høga útlátið.

- Fyrst og fremst var kølivatnsinntak okkara undirgrógvið av skeljum, so onki vatn slapp ígjøgnum. Harumframt vóru tekniskir trupulleikar við útstoytingaranalysatorunum, sum vístu seg at vera óálítandi eitt skifti. Vit hava brúkt nógva orku at fáa hesi bæði viðurskifti í rættlag, sigur Svein Sørensen við Sysla.

Norska Sjóvinnuráðið hevur sent kæruna hjá Color Line víðari til norska veðurlags- og umhvørvismálaráðið.

Kelda: soefart.dk