* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Silja Europa skal hýsa 1.000 løgverjumonnum.

Í hesum døgum er trupult hjá reiðaríum, sum eiga reikferðaskip, at nýta skipini til nakað orsakað av koronufarsóttini. Men tað er eydnast estiska reiðarínum, Tallink, at fáa eina spennandi uppgávu við ferjuni, Silja Europa.

 

Silja Europa er eitt av størsu reikferðaskipunum í Evropa við plássi til 3.013 ferðafólk.

 

Í næsta mánað fer hon til Falmouth í Cornwall, har hon skal hýsa 1.000 løgverjumonnum, sum skulu taka sær av trygdini á G7-fundinum, sum verður í býnum 11. -  13. juni í ár.

 

Umframt føstu limirnar í G7-londunum, sum eru USA, Kanada, Týskland, Bretland, Frakland, Italia og Japan, verða eisini Suðurkorea og Suðurafrika umboðað á fundinum.

 

Tað er komið fleiri ferðir fyri, at samanstoytir hava verið millum løgverju og mótmælisfólk í sambandi við G7-fundir.

 

Kelda: Maritimedanmark