* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Filipinsk sjófólk senda milliardir heim

Ein stórur partur av sjófólkunum á heimsins skipum í handilsflotanum koma av Filipsoyggjum. Og sjófólkini av Filipsoyggjum senda rættiliga nógvan pening heim til familjur sínar. Tað vísir ein uppgerð, sum bankar á Filipsoyggjum hava gjørt.

 

Í fjør sendu filipinsk sjófólk 6,1 milliard dollarar ella umleið 40 milliardir krónur heim til familjurnar á Filipsoyggjum. Tað er 4 prosent meira enn í 2017.

 

Ongin veit við vissu, hvussu stórt talið er á filipinskum sjófólkum í alheims handilsflotanum, men umleið 460.000 filipinar arbeiða í farmavinnuni íalt.

 

Flest filipinar arbeiða undir panamaflaggi – umleið 55.000, síðani koma Bahamas og Liberia.

 

Talið á filipinskum sjófólkum hækkar hvørt ár.

 

Kelda: Maritime Danmark