* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fimm løstað eftir at tungvekts-krani brotnaði

Fimm fólk vórðu løstað, tá ein krani á júst bygda “Orion” í Rostock brotnaði 2. mai. Tað skrivar NDR.

 

“Orion” var handaður Deme Offshore frá kinesisa Cosco-skipasmiðjuni, og eftir at hava royndt tungvekts-kranan hjá Liebherr í Rostock, skuldi skipið fara á fyrstu uppgávu sína uttanfyri Skotland seinni í mánaðinum.

 

Kranin kundi lyfta 5.000 tons, og tá hann varð royndur, skuldi hann lyfta eina flotbrúgv, sum vigaði 5.500 tons, og sum lá við síðuna av Orion. Men kranin brotnaði, tá hann lyfti flotbrúnna, greiðir týska løgverjan NDR frá. Bæði skip og bryggja fingu skaða – umframt fimm arbeiðsfólk.

 

Sambært løgverjuni fer materielli skaðin at kosta millum 50 og 100 milliónir evrur.

 

Øll tey løstaðu vóru stødd í sjálvum húsinum á krananum, og tvey teirra noyddust á sjúkrahús til kanningar. Haraftrat fingu sjey fólk smærri skaðar í óhappinum.

 

Kelda: Søfart


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=7AlI1myzpK4]
Sjónbandaupptøkur av risastóra krananum í Rostock, tá hann brotnar.