
Fimm sjófólk søgd úr starvi hjá Mærsk vegna mál um valdstøku
Í einum máli um valdstøku/neyðtøku umborð á einum skipi hjá Mærsk eru fimm av manningini nú uppsøgd.
Tað boðar Mærsk frá í skrivligari fráboðan til Berlingske.
Málið stavar frá oktober í 2021, tá ein 19 ára gamal kvinnuligur offiserur úr USA segði, at hon varð valdstikin umborð á einum av skipunum hjá Mærsk.
Skipið sigldi í Norðuramerika og sigldi ikki undir donskum flaggi.
Í einum bloggi skrivar kvinnan, at valdstøkan fór fram í 2019.
Eftir at málið í oktober kom fram, vórðu fimm av manningini á viðkomandi skipi burturvíst fyribils. Síðan var ein kanning sett í verk.
Í skrivligu fráboðanini til Berlingske sigur Mærsk, at kanningin nú er liðug.
- A.P. Møller – Mærsk hevur nú sent eina frágreiðig til amerikonsku myndugleikarnar. Í kjalarvørrinum á kanningini hevur Maersk Line sagt sátttmálarnar upp við skiparan, maskinstjóran og 2. meistaran, sum hava brotið alkoholpolitikkin hjá reiðarínum.
Reiðaríið leggur aftrat, at tvey av manningini er uppsøgd aftrat, tí tey ikki hava viljað samstarvað um kanningina av møguligu valdstøkuni.
Kelda: Søfart