* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nú hava vit havt fimm dagar upp í slag uttan nakra koronusmittu.

Eingin nýggj smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 89.790 kanningar.


Í gjár høvdu vit fimta dagur upp í slag uttan nýggja smittu. 1.011 kanningar vórðu gjørdar kring landið. 


411 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 


Í alt eru nú 357 fólk staðfest frísk aftur, og sostatt eru 54 fólk smittað í løtuni.


Tvey fólk eru í løtuni innløgd á sjúkrahús í samband við koronusmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.