* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Finlandia Seaways hjá DFDS er nú sleipað til Danmarkar, har tað skal umvælast eftir ein eldibrand.

Finlandia Seaways hjá DFDS sleipað til Danmarkar

Finlandia Seaways, sum DFDS eigur, var sleipað til Fayard-skipasmiðjuna í Munkebo í Danmark týsdagin 22. mai.

 

Ro-ro-skipið skal komandi tíðina vera á skipasmiðjuni, har skipið skal umvælast eftir eldibrandin um náttina 17. apríl í ár. Skipið var á veg úr Zeebrugge í Belgia til Rosyth í Skotlandi.

 

Ein av manningini varð fluttur við tyrlu á sjúkrahús í Onglandi fyri roykeitran.

 

Eftir hendingina varð Finlandia Seaways sleipað inn til Immingham, har farmurin varð koyrdur í land.

 

Eldur var í maskinrúminum.

 

19 mans úr Litava og fýra bilførarar vóru umborð á Finlandia Seaways, tá eldur kom í.

 

Kelda: Søfart og DFDS