* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Soleiðis fara tey trý nýggju skipini at taka seg út. Skipini hjá Eimskip skulu eisini røkja Føroyasiglingina hjá reiðarínum.

Finnlendingar sniðgeva skip til Eimskip og RAL

Grønlendska Royal Arctic Line (RAL) og íslendska Eimskip hava gjørt sáttmála við finsku fyritøkuna Deltamarin um at sniðskapa tey trý bingjuskipini, sum Eimskip og RAL ætla at byggja í felag at røkja siglingina millum Grønland, Ísland og Evropa í framtíðini.

Skipini skulu byggjast á kinesisku skipasmiðjuni Guangzhou Wenchong Shipyard, sum Deltamarin hevur sniðgevingarsáttmála við.

Deildin hjá Deltamarin í Shanghai í Kina skal standa fyri sniðskapanini, ið er mett at taka átta mánaðir.

RAL og Eimskip undirskrivaðu avtalurnar um tey trý 2.150 TEU stóru bingjuskipini í januar í ár. Sáttmálaprísurin fyri hvørt skipið er umleið 32 mió. dollarar, og skipini skulu latast í 2019.

Deltamarin hevur áður ment skipskonsept til tey bæði feløgini, so tey hóska til teirra køldu handilsrutur. Tey nýggju bingjuskipini fáa ísklassa og verða sniðgjørd sambært polarkotuni.

Skipini verða 180 metrar long, 31 metrar breið og fáa ein Tier III-motor, sum er sergjørdur til lægri NOx-útlát. Skipini verða eisini útgjørd við skrubbara skipan, sum avmarkar SOx-útlátið.

Kelda: soefart.dk