* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Finsk skipasmiðja fær stóran russiskan ordra


Finska skipasmiðjan Arctech Helsinki Shipyard skal byggja trý ísbrótandi stand-by skip til størsta reiðaríið í Russlandi, Sovcomflot. Skipini skulu vera operatørinum av Sakhalin-2 oljubrunninum, Sakhalin Energy Investment Company, til hjálpar. Sáttmálin hevur eitt samlað virði av umleið 380 miljónir dollarum.

”Vit eru sera fegin um at hava fingið eina bílegging av trimum arktiskum frálandaskipum frá Sovcomflot. Hesin stóri ordrin tryggjar skipasmiðju og starvsfólkum okkara hópin av arbeiði”, sigur Esko Mustamäki, stjóri í Arctech Helsinki Shipyard. 

Skipini skulu eftir ætlan latast eigarunum millum september 2016 og mars 2017. Skipini skulu vera stand-by í sambandi við møguliga oljudálking, men eisini kunna brúkast sum útgerðarskip. Skipini verða 95 metrar long og 22 metrar breið, og pláss verður fyri 98 persónum umborð. 

Skipini verða gjørd soleiðis, at tey kunnu sigla í niður til -35 kuldastig, og tey verða útgjørd við ísbrótaraeginleikum, so tey kunnu sigla í 1,5 metrar tjúkkum ísi. 

Kelda: Arctech Helsinki Shipyard