* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Finskur ísbrótari setur nýtt met á Útnyrðingsleiðini

Ein finskur ísbrótari hevur sett met fyri so tíðliga á árinum at hava siglt gjøgnum Útnyrðingsleiðina, ið bindur Kyrrahavið og Atlantshavið saman.

Higartil hevur metið verið 30. juli, og vanliga er ikki siglandi har fyrrenn seint á sumri. Tað metið varð sett av einum kanadiskum sjóverjuskipi í 2008.

Finska MSV Nordica kom ólavsøkudag (29. juli) til Nuuk. Altso ein dag fyrr enn Louis L. St-Laurent fyri níggju árum síðani. Kanadiska skipið sigldi tó ein annn veg.

Ferðin hjá finska ísbrótaranum úr Vancouver í Kanada til Nuuk í Grønlandi tók 24 dagar. Umborð vóru granskarar.

Siglandi hevur verið eftir hesi farleiðini seinastu árini sum avleiðing av alheims upphitingini.

Í 2013 boðaði Kina frá, at ein nýggj handilsruta var byrjað umvegis Útnyrðingsleiðina.

Til ber at sigla har umleið fýra mánaðir um árið frá síðst í juli.

Sambært russisku ísbrótaratænastuni Rosatomflot sigldu 46 skip gjøgnum Útnyrðingsleiðina í 2012, meðan bert fýra skip nýttu hesa farleiðina í 2010.

Kelda: /ritzau/AP