* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Finskur loðsbátur koppaði - tveir mans lótu lív

Tað er framvegis ikki greitt, hvat orsøkin var til, at ein loðsbátur koppaði út fyri Emsalö í Finnlandi, har báðir menninir umborð lótu lív. Báturin koppaðu um fimm-tíðina seinnapartin lokala tíð fríggjadagin sunnanfyri Borgå vitan. Seinni um kvøldið sakk báturin, tá Sjóverjan royndi at venda honum.

Tveir meðarbeiðarar hjá Finnpilot vóru umborð. Teir vóru farnir úr loðsstøðini í Emsalö og vóru á veg út eftir loðsinum, sum var umborð á handilsskipinum Sten Nordic, tá báturin av ókendum orsøkum holvdist. Kavarar funnu teir báðar deyðu menninar inni í bátinum.

Bjargingarátakið vardi í meira enn átta tímar. Fólk frá Gränsbevakningsväsendet, Helsingfors räddningsverk, Finnpilot og Borgå Sjöräddare umframt starvsfólk frá Mellersta Nylands Räddningsverk luttóku í bjargingararbeiðnum.

Bjargingararbeiðið endaði ummidnáttarleitið. Løgreglan og skaðakanningardepilin hava yvirtikið kanningarnar. Orsøkin til vanlukkuna er framvegis ógreið. Ætlandi verður farið undir eina roynd at fáa bátin upp aftur í hesi vikuni.

Kelda: svenska.yle.fi/maritimedanmark.dk