* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Niðursigldi pólski fiskibáturin við frítíðarfiskifólki, Mietus II.

Fiskibátur niðursigldur sunnanfyri Bornholm

Ein pólskur fiskibátur við frítíðarfiskifólki varð ásigldur og sakk sunnunáttina sunnanfyri Bornholm. Øll tey 16 fólkini umborð á fiskibátinum vóru bjargað, eitt teirra fekk onkran minni snudd. Tað varð eitt farmaskip, ið sigldi pólska bátin niður.

 

Óhappið hendi beint áðrenn kl. 05.00 sunnumorgunum, tá farmaskipið Begonia S við meira enn 11 míla ferð rakti 20 metrar langa pólska fiskiskipið.

 

Enn er ógreitt um pólski báturin Mietus II lá stillur, ella um hann sigldi. Tað er eisini ógreitt, hvør var á brúnni.

 

Begonia S er 140 metrar langt og lastar 12.119 DWT. Skipið er skrásett á Cook Island.

 

Sambært danska TV2 boðaði manningin á pólska bátinum sjálv frá, at tey vóru ásigld, og nú fóru í bjargingarbátarnar.

 

Sambært Marinetraffic sigldi farmaskipið í fleiri minuttir, áðrenn tað vendi við eftir ásigldu póllendingunum. Ímeðan høvdu donsku myndugleikarnir sett bjargingararbeiðið í gongd við trimum bjargingarskipum, sjóverjuskipum og bjargingartyrlu frá Rønne og Nexø.

 

Bjargaðu póllendingarnir eru nú komnir til Rønne, har løgreglan avhoyrir báðar manningarnar.

 

Kelda: Maritimedanmark