
Fiskiskapur í Arktis á dagsskrá
Hvør sleppur at fiska í arktiskum farvøtnum kring Norðpólin? Spurningurin verður umrøddur á stórum fiskivinnufundi í næstum millum Kanada, USA, Norra, Russland og Grønland.
Enn er ongin vinnuligur fiskiskapur í arktisku farvøtnunum kring Norðpólin og heilt niður til Norðurgrønland.
Tað hevur snøgt sagt ongantíð verið gjørligt fyrr at fiska í hesum umráðnum. Men nú, tá ísurin bráðnar alt meir og meir, verður hetta helst møguligt um nøkur fá ár.
Trupulleikin er, at ongar lógir ella reglur eru um, hvør ið kann fiska kring Norðpólin.
Málið er á skrá á fundi í næstu viku í Grønlandi, har umboð úr Kanada, USA, Danmark, Norra og Russlandi vera við. Hetta er aðru ferð tey hittast; fyrstu ferð var í Washington í fjørvár. Ætlanin er, at londini skulu samstarva um eitt uppskot til eina avtalu um fiskiveiðu í teimum háarktisku farvøtnunum, skrivar grønlendska kringvarpið KNR á heimasíðuni.
Kanadiski fiskimálaráðharrin, Gail Shea, sigur við kanadiskar miðlar, at hesin fundurin er ein týdningarmikil møguleiki til tess at tryggja eina framtíðar fiskiveiðu á burðardyggum grundarlagi. Kanada stuðlar av fullum huga eina avtalu, ið bannar vinnuligari veiði í umráðnum, áðrenn myndugleikarnir hava betri innlit í, hvussu stórir fiskastovnarnir eru og hvussu teir møguliga broyta seg, sigur Gail Shea.
Hon sigur víðari, at Kanada fer at halda fram við at stuðla einum proaktivum og varligum framferðarhátti við atliti at nýggjum arktiskum fiskileiðum.
Kanada tekur harvið undir við bæði USA og Danmark, sum eisini vilja hava eitt fyribils forboð fyri allari vinnuligari veiðu í altjóða arktiskum farvøtnum, sum nú eru í ferð við at gerast atgongilig sum avleiðing av veðurlagsbroytingunum.
Kanada vónar, at tað saman við USA og Danmark kann sannføra hini bæði londini, Norra og Russland, um at góðtaka eina slíka loysn.