* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fiskivinnusamtak óttast hart Brexit

EUFA – evropiska fiskivinnusamtakið hevur á fundi við Brexit-samráðingarmannin hjá ES, Michael Barnier, tingast um álvarsligu avleiðingarnar, sum eitt Brexit uttan eina avtala kann fáa fyri alla vinnuna. Frá einum degi til annan kunnu túsundtals skip verða útihýst úr bretskum sjógvi.

 

Um Bretland fer úr ES uttan eina avtalu, og samstundis útihýsir fiskiskipum úr øllum øðrum londum frá fiskivinnuøkjum í bretskum sjógvi, sum sambært EUFA hava verið nýtt saman við bretskum starvsfeløgum í hundraðtals ár, verða avleiðingarnar álvarsamar.

 

“Ein avbjóðing av slíkari stødd krevur eitt “avgjørt og samlað svar” frá ES-nevndini, limalondunum og fiskivinnuni,” stendur í einum tíðindaskrivi frá EUFA.

 

Michael Barnier, ES-Brexit-samráðingarmaður, vísti á einum fundi við EUFA á baksið, sum ES-nevndin hevur á hesum økinum. Hann legði samstundis dent á, at ein og hvør avleiðing av einum Brexit uttan eina avtalu, fer at “áseta orðalagið í samráðingunum millum ES og Bretland um samstarvið í framtíðini.”

 

Sambært Evropiska Samtakinum skal skiljast soleiðis, at tað fer ikki at gera tað lættari hjá bretum at fáa eina skilagóða avtalu við ES um framtíðar samstarv, um landið útihýsir øllum øðrum londum frá bretskum havleiðum.

 

Kelda: Maritime Danmark