* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Samstundis sum danski vinnumálaráðharrin Brian Mikkelsen arbeiðir við at broyta donsku lóggávuna til tess at gera donsku farvøtnini atkomilig fyri sjálvstýrandi skipum, er A.P.Møller-Mærsk eisini áhugað í meiri automatiseraðum skipum.

Tað eru tað fleiri orsøkir til. Hetta er effektivari, tryggari og rakstrarútreiðslurnar verða samstundis munandi lægri, tí støddin á manningunum á skipunum verður munandi minni ella enntá ongin.

Hetta eru danir ikki einsamallir um at vera greiðir yvir, tí í hinum norðurlondunum verða eisini stór stig tikin á hesum øki, m.a. í Norra og Finnlandi.

Norra er longu langt frammanfyri onnur lond. Við árslok í fjør skrivaðu norsku myndugleikarnir undir eina avtalu um at brúka fjørðin í Tróndheimi til fyrsta royndarøkið í heiminum til sjálvstýrandi skip.

Eitt av skipunum, ið skal roynast her, er norska-bretska frálandsskipið Hrönn, ið eftir ætlan skal takast í brúk í 2018.

Hrönn verður fyrsta skipið í fullari stødd, ið verður  100% sjálvstýrandi.

Tílík skip verða tó ikki vanlig í bræði, tí kontrol-algoritmurnar skulu fyrst tillagast. Inntil tá verður skipið fjarstýrt úr landi.

Finnland samstarvar við Rolls-Royce

Eisini í Finnlandi verða stig tikin móti sjálvstýrandi skipum.

Saman við enska Rolls-Royce verður arbeitt við at menna smærri skip til innanlands uppgávur. Her rokna tey við at sjóseta automatiseraði, fjarstýrd skip longu síðst í hesum áratígginum og sjálvstýrandi skip fimm ár seinni.

Rolls-Royce miðar eftir, at møguleikarnir skjótt verða víðkaðir, so fjarstýrd skip á heimshøvunum verða veruleiki í 2030 og sjálvstýrandi skip í 2035.

Síggj her, hvussu Rolls-Royce ímyndar sær eina eftirlitsmiðstøð í Finnlandi, ið hevur eyguni við fjarstýrdum og sjálvstýrandi skipum:

Kelda. dr.dk