* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fjórðihvør sjómaður hevur tunglyndi

Sambært eini enskari kanning hava 25 prosent av øllum sjófólkum verið tunglynt ella hava kent vónloysi seinastu tvær vikurnar. Bara helvtin hevur leitað sær hjálp.

 

Harðar arbeiðsumstøður og macho-hugburður fáa skyldina.

 

Túsund sjófólk hava verið við í kanningini, og sættihvør er onglendingur. Tað er Sailors Society, sum hevur gjørt kanningina saman við Yale-universitetinum.

 

Sambært Søfart siga sjófólkini í kanningini, at góðskan og mongdin av mati hevur stóra sálarliga ávirkan á, hvussu tey hava tað. Tíðin, tey eru burtur frá familjuni, og longdin á sáttmálanum, ávirka eisini mentala standin.

 

Meðan 45 prosent av sjófólkunum, sum kenna seg tunglynt, ikki hava leitað sær hjálp, hevur ein triðingur nevnt trupulleikan fyri vinum ella familju. Bara 21 prosent hava tosað við ein skipsfelaga um trupulleikan.

 

Macho hugburður

29 ára gamli Dan Thompson, maskinmeistari, vísur í einum tíðindaskrivi á, at ein “macho hugburður” eyðkennir lívið umborð á skipi. Hugburðurin er, at tú skalt bara taka teg saman og vísa teg sum mann – samstundis sum óttin fyri uppsøgn lúrir.

 

Dan Thompson hevur sjálvur verið sjúkrameldaður við tunglyndi. Hann heldur, at hjá sær var tað serliga arbeiðsmongdin, svøvnmangul og arbeiðstrýst, sum fekk hann niður við nakkanum.

 

- Eftir at hava livað og búð á sjónum meti eg, at talið av sjófólki, sum hava tunglyndi, er uppaftur størri enn tað, sum sæst í kanningini. Øll hava valla torað at viðgingið, at tey hava- ella hava havt tunglyndi, heldur Dan Thompson.

 

- Kanningin er ein ávaring til alla sjóvinnuna um velduga trýstið, sum liggur á sjófólki. Arbeiðskorini eru hørð við avbyrging umborð, smáum kømrum, larmi, hita og ódnarveðri, sigur stjórin í Sailors Charity, Stuart Rivers.

 

Sailors Cociety bjóðar sjófólki ráðgeving í 91 havnum kring um í heiminum.

 

Kelda: Søfart