* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fleiri danskar kvinnur á sjóvinnuútbúgvingar

Í Danmark er talið á kvinnum, sum søktu á sjóvinnuútgúgvingarnar í ár nógv vaksið. Eins og í Føroyum eru tað framvegis nógv flest mannfólk, ið søkja inn á hesar skúlarnar, men talið av kvinnum, sum hava søkt inn á hesar útbúgvingar í Danmark, er økt úr 28 upp í 70.

 

- Ein yrkisleið í “Bláa Danmark” hevur eitt ótal av møguleikum við sær fyri bæði menn og kvinnur. Eg fegnist um, at alt fleiri ung fáa eyguni upp fyri tí, sigur Anne W. Trolle, stjóri fyri útvegan av starvsfólki-, arbeiðsmarknað- og útbúgving í Donskum Reiðaríðum.

 

Og talið á kvinnuligum umsøkjarum til útbúgvingarnar er vaksið munandi. Í 2017 søktu 28 kvinnur inn á sjóvinnuútbúgvingarnar, og í 2019 var talið 70.

 

Kelda: Danske Rederier