* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Spanska fiskiskipið \"Villa de Pitanxo\", sum er sokkið út fyri Nýfundlandi.

Fleiri deyð í skipbroti við Nýfundland

Spanska fiskiskipið “Villa de Pitanxo” er sokkið út fyri Nýfundland. Eftir øllum at døma eru 10 av manningini funnin deyð, trý eru bjargað á lívi og leitað verður eftir 11 sjófólkum. Tað upplýsa kanadisku myndugleikarnir.

 

50 metrar langa fiskiskipið var til fiskiskap, og veðrið var vánaligt, tá tey sendu út neyðarkall týsmorgunin.

 

Bæði tyrla hjá kanadisku sjóverjuni og fiskiskip nærindis fóru á staðið at hjálpa. Her vórðu trý sjófólk bjargað á lívi og fýra deyð. Tey vórðu øll funnin í einum bjargingarbáti.

 

Tveir aðrir bjargingarbátar skulu eisini vera funnir, men báðir vóru tómir.

 

“Villa de Pitanxo” hevði eftir øllum at døma fýra bjargingarbátar, men seinasti bjargingarbáturin er framvegis ikki funnin.

 

Manningin umborð á spanska fiskiskipinum var úr ávíkafist Spania, Peru og Ghana.

 

Kelda: Søfat / AFP