* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Konservativi flokkurin á Christiansborg vil hava fleiri kvinnur til skips.

Fleiri kvinnur skulu til skips

Hóast Føroyar eru ein fiskivinnu- og sjófarandi tjóð, so eru lutfalsliga fáar kvinnur til skips. Og tað halda tey eisini í Danmark, tí í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina í Fólkatinginum ætlar Konservativi flokkurin at seta pening av, sum burturav skal fáa fleiri kvinnur til skips.

 

Danska blaðið, Søfart, skrivar, at rættiliga fáar danskar kvinnur velja at arbeiða í maritimum arbeiði.

 

Av hundrað lesandi á maritimu útbúgvingunum eru bara tríggjar kvinur, vísa tøl frá danska Útbúgvingar- og Granskingarráðnum.

 

“Tað er alt ov lítið,” heldur framsøgumaðurin hjá teimum konservativu í arbeiðsmarknaðarmálum, Anders Johansen.

 

Tí ætlar Konservativi flokkurin at fáa stjórnina at semjast um at seta pening av til átøk, sum vilja fáa fleiri kvinnur at fáa hug til sjógvin – millum annað sum maskinmeistarar og yvirmenn á brúnni.

 

Í einari viðmerking í Søfart hin 20. apríl í ár skriva Aase Huggler og Sif Lundsvig millum annað, at sonevnda lugarprátið hjá monnum umborð á skipi ivaleyst er ein orsøk til, at so fáar kvinnur hætta sær og tíma til skips.

 

Kelda: Søfart