* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fleiri lond lata nú upp fyri, at tey umleið 200.000 strandaðu sjófólkini sleppa heim.

Fleiri lond lata nú upp fyri manningarskifti

Nú er vón fyri framman fyri túsundtals sjófólk, sum í mánaðir hava bíðað eftir at sleppa heim. Fleiri lond, teirra millum Danmark, hava givið grønt ljós fyri at geva sjófólki status sum lyklaarbeiðarar, sum sostatt fáa rætt at ferðast hóast koronaavmarkingar.

 

Eftir hart trýst í fleiri mánaðir frá millum øðrum fakfeløgum, reiðaríum og altjóða flutningsfelagsskapinum hjá ST, IMO, hevur ein røð av londum endiliga samtykt at geva teimum umleið 200.000 strandaðu sjófólkunum status sum lyklaarbeiðarar og sostatt burturbeina avmarkingarnar, sum higartil hava forðað teimum í at sleppa heim.

 

Hetta varð avgjørt á einum fundi hósdagin í farnu viku, og sum bretski sjóferðsluráðharrin, Kelly Tolhurst, hevði tikið stig til. Millum londini, sum vóru umboðað á fundinum, vóru Danmark, Noreg, Indonesia, Saudiarabia, Grikkaland, Filipsoyggjar, USA og Sameindu Arabisku Emiratirnar.

 

“Eg beri ótta fyri, hvussu alheims kreppan hevur ávirkað møguleikarnar fyri manningarskifti. Eg kallaði inn til toppfund fyri at venda øllum tí, sum er farið fram, og fyri at tryggja, at vit kunnu økja ferðina av at endurnýggja manningarskifti um allan heim,” segði Kelly Tolhurst.

 

Luttakandi londini vórðu samd um at lata mørkini upp fyri strandaðu sjófólkunum og at loyva einum øktum tali av flogførum at flúgva fyri at hjálpa teimum.

 

Kelda: TradeWinds og Maritime Danmark