* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fleiri Maersk-skip undir danskt flagg

Fleiri stór skip hjá A. P. Møller-Mærsk fara í næstum undir danskt flagg. Tað upplýsir Anders Würtzen, talsmaður fyri A. P. Møller-Mærsk, í eini fráboðan frá danska vinnumálaráðnum.

Brian Mikkelsen vinnumálaráðharri legði í gjár fram 36 ítøkilig uppskot í eini maritimari vakstrarætlan.

"Stjórnin hevur lagt eina góða ætlan fyri vøkstri á maritima økinum. Danmark hevur skilagóð maritim rammukor, men neyðugt er samstundis allatíðina við tillagingum til tess at varðveita kappingarførið. Tí er tað gott, at stjórnin hevur gjørt eina vakstrarætlan, og at skrúvað verður á fleiri tøppar. Góð rammukor gera tað møguligt hjá okkum at tryggja, at stórur partur av okkara virksemi er í Danmark, og vit fara næstu tíðina at flyta fleiri stór skip undir danskt flagg," sigur Anders Würtzen í fráboðanini.

Tað er avgerðin um at strika tinglýsingaravgjaldið, sum fær Maersk at velja danska flaggið. Tað ger tað bíligari at skráseta handilsskip, og tað var eisini ein av orsøkunum til, at J. Lauritzen í síðstu viku flaggaði tvey gassskip inn í donsku skipaskránna DIS.

"Við burturbeiningini av tinglýsingaravgjaldinum hava vit beint fyri eini munandi forðing, tá reiðarí skulu velja góðskuflagg. Burturbeiningin fer at styrkja áhugan fyri donsku altjóða skipaskránni (DIS) og fáa fleiri skip undir donskum flaggi á heimshøvunum. Eg síggi fráboðanina hjá Mærsk um innflagging av fleiri nýggjum skipum undir danskt flagg, sum fyrsta ítøkiliga prógvið um hetta. So eg eri ein sera fegin ráðharri í dag," sigur vinnumálaráðharrin Brian Mikkelsen í fráboðanini.

Tá Maersk loksins fekk góðkent keypið av týska Hamburg Süd, segði fíggjarstjórin Søren Toft við ShippingWatch, at fleiri av skipunum hjá Hamburg Süd skulu til Danmarkar.

"Ætlanin er, at øll skipini hjá Hamburg Süd, við undantaki av teimum, sum sigla undir brasilskum flaggi undir brandinum Alianca, í høvuðsheitum skulu knýtast at høvuðs flaggtjóðunum hjá Maersk, sum eru Danmark og Singapore," segði hann í desember. Maersk upplýsir fyri ShippingWatch, at talan er um skip hjá Hamburg Süd.

Kelda: shippingwatch.dk