* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Her sæst, hvar X-Press Pearl liggur.

Danmarks Radio skrivar fyrrapartin í dag, at fleiri tons av kemikalium eru likin úr X-Press Pearl uttan fyri strondina á Sri Lanka. Eldur kom í skipið 19. mai eftir eina spreinging umborð, og nú stendur stórur partur av skipinum á botni. Bara stevni stingur undan.

 

Tað er endiliga eydnast at sløkkja skipið, men umhvørvisvanlukkan er long ein veruleiki.

 

Kemikaliir hava likið úr bingjunum á sjógv í nakrar vikur, millum annað salpetursýra og natriumhydroxid.

 

Haraftrat eru fleiri tons av mikroplasti longu rikin á land á væl dámdu ferðavinnustrondini, Negombo.

 

Myndugleikarnir á staðnum meta hetta sum ringastu umhvørvisvanlukkuna í økinum yvirhøvur.

 

Bo Riemann, sum er professari á Aarhus Universiteti, heldur hinvegin ikki umhvørvisvanlukkuna vera heilt so álvarsliga, sum myndugleikarnir á staðnum óttast:

 

- Salpetursýra og natriumhydroxid eru tíbetur ikki so vandamikil, serliga tá tey leka út yvir longri tíð. Hóast talan er um stórar mongdir, tynnast kemikaliini skjótt. Men tað kann sjálvandi løsta plantur og dýr í fyrstu atløgu, sigur hann.

 

Kelda: DR