* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Flestu skipini hjá Hamburg Süd undir danskt og Singapore-flagg

Á einum tíðindafundi í høvuðssætinum hjá Hamburg Süd um vikuskiftið søgdu Søren Toft úr Maersk Line og nýggi stjórin í Hamburg Süd, Arnt Vespermann, at “Hamburg Süd verður verandi Hamburg Süd”. Men meginparturin av skipunum hjá reiðarínum verður flaggaður um til Danmark og Singapore.

Av flotanum hjá Hamburg Süd upp á 48 skip, sigla 15 í dag undir týskum flaggi, meðan restin siglir undir flaggtjóðunum Liberia, Madeira, Portugál og Brasilia.

Maersk Line brúkar mest Singapore og danskt flagg, og stendur tað til Søren Toft, koma skipini hjá Hamburg Süd undir aðra av teimum báðum skipaskráunum.

Serlig viðurskifti í sambandi við serreglur, ið bera í sær, at skipini hjá Hamburg Süd, ið sigla undir týskum, brasilskum, portugisiskum ella Madeira flaggi, fáa avsláttur í havnargjaldinum, eru eisini við í umhugsanunum, skrivar ShippingWatch.

Ein onnur avleiðing av Maersk-keypinum er, at 131 av teimum uml. 1000 størvunum á høvuðsskrivstovuni hjá Hamburg Süd verða niðurløgd. Hetta varð longu kunngjørt í oktober.

Í samrøðu við týsku sjónvarpsstøðina NDR segði Søren Toft, at tey fáa møguleika fyri starvi aðrastaðni, t.d. í Keypmannahavn.

Kelda: maritimedanmark.dk