* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Flótandi kjarnorkuverk í donskum sjóøki

Fyrsta flótandi kjarnorkuverkið í heiminum fer í løtuni fram við Bornholm á veg móti Murmansk. Sagt verður, at onki kjarnorkubrenni er umborð.

 

Flótandi kjarnorkuverkið eitur “Akademik Lomonosov” og er púra vandaleyst, tí onki kjarnorkubrenni er umborð, verður sagt.

 

- Tískil er heldur ongin vandi fyri kjarnorkustráling í sambandi við, at flótandi kjarnorkuverkið í løtuni fer gjøgnum danskt sjóøki, sigur Carsten Israelson, leiðandi ráðgevi í danska Tilbúgvingarráðnum, í tíðindaskrivi.

 

Tveir sleipibátar og eitt eftirlitsskip taka sær av flótandi kjarnorkuverkinum. Akademik Lomonosov verður væntandi í Murmansk um tríggjar vikur, um veðrið annars skikkar sær væl.

 

Umhvørvis- og klimaráðgevin í Greenpeace í Danmark heldur, at flótandi kjarnorkuverki er eitt slag av tøkni, sum vit áttu at gloymt alt um.

 

Kelda: Søfart