* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Amerikanskt herskip í Barentshavinum.

Fyri fyrstu ferð í 20 ár hava vesturlendsk herskip havt flotavenjingar í parti av Barentshavinum, sum Russland metir vera sítt sjóøki. Tað vóru Noreg, USA og Bretland, sum høvdu flotavenjingarnar. Eitt danskt eftirlitsflogfar var eisini við í venjingunum.

 

Flotaeindirnar vandu yvirflatubardagar, at berja niður kavbátar og flutning av útgerð á havinum.

 

Fýra flotaherskip – bretska fregattin, HMS Sutherland, amerikanski oyðarin, USS Ross, norska fregattin, Thor Heyerdahl, og bretska útgerðarskipið, RFA Tidespring, vóru við í venjingunum saman við einum donskum Challenger eftirlitsflogfari, bretskum bumbujagstrarum og eisini bretskum bunkaraflogførum.

 

Meira enn 1.200 herfólk vóru við í venjingunum.

 

Endamálið við venjingunum var, umframt at venja samstarv, at gera vart við rættin til frælsa navigasjón í altjóða sjóøki, uttan mun til at Russland metir hetta sjóøkið vera undir russiskum valdi og umsiting.

 

Kelda: Maritime Danmark