* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins triðstørsta reiðaravirki stendur norski John Fredriksen aftanfyri.

Flotin hjá norskum reiðara virði av 85 milliardum krónum

Reiðarin og íløgumaðurin, norski John Fredriksen, hevur triðstørsta flotan í heiminum, um hugt verður at marknaðarvirðinum.

 

Ríkasti maðurin í Noregi, John Fredriksen, hevur arbeitt seg upp sum rennarin á einum skipsmeklaravirki til at gerast ein av heimsins ríkastu monnum.

 

Gjøgnum eina røð av feløgum ræður 74 ára gamli reiðarin og íløgumaðurin yvir einum shipping-heimsveldi, sum er tað triðstørsta í heiminum. Bara kinverjar og danir eru frammanfyri Fredriksen.

 

Sambært tøl hjáVesselvalue.com eigur John Fredriksen 225 skip og flótandi pallar, ið hevur eitt samlað virði uppá 10,44 milliardir dollarar. Íroknað 26 skip, sum framvegis ikki eru farin av bakkastokki, men eru undir gerð, er samlaða virðið hjá Fredriksen 13,45 milliardir dollarar.

 

Størri enn heimsveldið hjá Fredriksen er kinverska China Cosco Shipping Corp., sum hevur ein flota uppá íalt 715 skip til eitt samlað virði uppá 20,06 milliardir dollarar.

 

Stóra danska Mærsk er eisini nógv størri enn virksemið hjá Fredriksen. Mærsk hevur íalt 500 skip í sínum flota til eitt virði uppá 17,37 milliardir dollarar.

 

John Fredriksen er kypriotiskur ríkisborgari. Hansara virksemi er stórt innanfyri ráoljuflutning, turrfarm og líknandi við reiðaríunum Frontline og Golden Ocean. Haraftrat flytur hann farm sum natúrgass umvegis reiðaravirkið, Flex LNG.

 

Kelda: Hegnar.no