* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Flóttafólkakreppan gjørdist álvarsligari og spentari, tá trý flóttafólk, í hjálparloysi, lupu fyri borð av Maersk Etienne hendan dagin.

Forstjórarnir hjá kappingarneytum hjá Maersk sum til dømis Hafnia, Stena Bulk og Euronav stuðla Maersk Tankers í málinum um tey 27 flóttafólkini, sum hava verið umborð á Maersk Etienne seinastu fimm vikurnar. Eingin vil taka ímóti teimum. “Autoritetarnir prógva sína inkompotansu,” skrivar forstjórin í Euronavs.

 

Maritimedanmark.dk skrivar, at donsku myndugleikarnir vilja hava Tunesia at taka ímóti teimum 27 flóttafólkunum umborð á Maersk Etienne, men onki hendir í málinum. Umborð hava tey á ongan hátt neyðugu útgerðina at hýsa so nógum flóttafólkum so leingi.

 

Tað førdi til, at nevndarformaðurin í Maersk Tankers, Robert Maersk Uggla, rópti neyðarróp á Linkedin í farnu viku, har hann heitti á myndugleikarnar um sum skjótast at finna eina loysn.

 

“Hafnia stuðlar tær 100 prosent. Tað er syndarligt at síggja flóttafólk og manning púrasta hjálparleys og gloymd,” skrivar Mikael Skov, CEO í Havnia, á Linkedin.

 

“Skyldan at hjálpa fólki í neyð er nakað, vit stuðla heilhjartað. Menniskju fyrst. Altíð. Men tá skipið hevur veitt fyrstuhjálp, eiga myndugleikarnir at taka yvir,” sigur forstjórin í Hafnia.

 

Fleiri aðrir toppstjórar sýna eisini Maersk Tankers stuðul sín.

 

“Tað er gott at vita, hvussu starvsfelagar í shipping-ídnaðinum standa saman um at verja góðan sjómansskap og altjóða maritimu lógirnar,” skrivar Robert Maersk Uggla.

 

Kelda: Maritime Danmark