* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Flóttafólkini á Alexander Maersk eru nú sloppin í land á italsku oynni, Sisilia.

Flóttafólkini á Alexander Maersk eru nú sloppin í land

Tey 108 flóttafólkini, sum í fleiri dagar hava bíðað eftir at sleppa í land av danska farmaskipinum, Alexander Maersk, eru endiliga sloppin í land á italsku oynni Sisilia.

 

Manningin á danska farmaskipinum tók 113 flóttafólk upp í Miðjarðararhavinum millum Malta og Libya tíðliga fríggjamorgunin, men bæði Italia noktaði at taka ímóti flóttafólkunum.

 

Fimm flóttar sluppu tó í land í vikuskiftinum, fýra børn, og ein kvinna, sum var uppávegin.

 

- Manningin hevur víst seg sum hetjur seinastu dagarnar, og vit eru ógvuliga errin av teimum, verður sagt hjá A. P. Møller-Mærsk sambært Ritzau-tíðindastovuni.

 

Borgarstjórin í býnum Pozzallo, Roberto Ammatuna, sigur við italsku ávísina, Corriere della Sera, at hann fegnast um, at italska stjórnin hevur játtað umbønini at lata flóttafólkini sleppa í land á Sisilia.

 

Alexander Maersk er eitt 155 metrar langt farmaskip, og siglur í fastari rutu í Miðjarðarhavinum.

 

Kelda: Ritzau og Søfart