* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Flutningsfakfelag á eftirlitsvitjan umborð á 200 skipum

Við einum samskipaðum átaki í Danmark, Svøríki, Týsklandi, Estlandi, Litava, Russlandi og Finnlandi hava umboð fyri ITF framt fakligar eftirlitsvitjanir umborð á stívliga 200 skipum. Vikulanga átakið førdi til eina lønareftirrindan upp á góðar 5,3 miljónir krónur.

”Álvarsamasta málið var eitt indiskt skemtiferðaskip, ið varð kannað í Bremerhafen í Týsklandi. Her høvdu 199 ukreinskir sjómenn ikki fingið løn í fleiri mánaðir. Teir fingu tryggjaða heimferð og slakar 25.000 krónur hvør í miðal”, sigur Morten Bach, skipsinspektørur í ITF, við Fagbladet 3F.

Sambært altjóða flutningsfakfelagnum, ITF, sum flutningsdeildin hjá 3F er ein partur av, var átakið serliga vent móti skipum, skrásett í londum sum Panama, Belize, Vanuatu og Liberia. 

Sambært ITF eiga skipareiðarar í Evropa ofta skipini, meðan manningarnar vanliga eru úr Russlandi, India, Filipsoyggjunum og londum í Afrika. Undir eftirlitsvitjanunum vórðu fleiri grovir tilburðir av undirbetaling avdúkaðir og skip, har ongin sáttmáli var galdandi umborð.

Í fleiri av londunum samstarva inspektørarnir hjá ITF við bæði sjófólk og havnaarbeiðarar.

”Havnaarbeiðararnir eru ofta teir fyrstu, ið uppdaga, tá okkurt er galið við viðurskiftunum umborð á einum skipi. Oftani torir manningin hvørki at venda sær til ITF, egin fakfeløg ella 3F í Danmark. Men harafturímóti kemur hol á búldina, tá vit fara umborð á slíkum eftirlitsvitjanum”, sigur Morten Bach við fakblaðið.

Kelda: Fagbladet 3F