* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Flutningsskip misti tveir stórar kranar á sjógv

Tveir ógvuliga stórir og milliónadýrir kranar av slagnum, Liebherr LHM550, endaðu fríggjadagin í havnini í Rostock, eftir eitt óhapp umborð á góðsskipinum, Jumbo Vision. Ein maður, sum arbeiddi í havnini, fekk onkran minni løst í óhappinum, men skipið fekk so stóran skaða, at forboð er sett tí at leggja frá landi.

 

Sambært norðurtýsku útvarpsstøðini, NDR, vóru tað tveir tungir koyri-kranar, sum kranin umborð á flutningsskipinum, Jumbo Vision, sjálvt tók stór umborð, og tað gekk væl.

 

Men av onkrari orsøk rakti kranin á skipinum annan av koyri-kranunum, sum tá vóru komnir umborð á Jumbo Vison, og báðir koyrikranarnir endaðu í havnini.

 

Myndugleikar á staðnum løgdu beinanvegin flótiforðingar út í eini royn at steðga møguligari dieselolju og hydraulikolju frá kranunum.

 

Nær koyrikranarnir verða tiknir uppaftur úr havnini, er ógreitt í løtuni.

 

Kelda: Maritime Danmark