* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Flyta skrivstovur úr London til ES-býir

Bretska sjótryggingarfelagið Britannia P&I ætlar ikki bert at hava høvuðssskrivstovuna í London, men eisini skrivstovu í Luxembourg. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av Brexit, skrivar felagið í eini fráboðan og leggur dent á, at tað fegin vil tæna kundum í og uttanfyri Bretland.

Tær báðar skrivstovurnar verða skipaðar sum hvør sítt felag og fáa eitt bretskt móðurfelag.

Fráboðanin hjá Britannia P&I kemur stutt eftir, at kappingarneytin UK P&I Club almannakunngjørdi, at tey lata upp skrivstovu í Hollandi orsakað av Brexit. Hollendska deildin verður latin upp til tess at forða fyri, at kundarnir hjá felagnum fáa ampa av, at Bretland fer úr evropeiska samstarvinum í 2019.

Sokallaða Brexit-fólkaatkvøðan, sum endaði við, at meirilutin av bretum atkvøddi fyri at fara úr ES, varð hildin í juni 2016.

ES og Bretland tingast nú um treytirnar fyri bretska exit-inum, sum sambært ætlanini verður 29. mars 2019. Tað er framvegis sera óvist, hvørja atgongd Bretland fær til evropeiska marknaðin aftaná. Tí eru fleiri feløg, herundir fleiri bankar, farnir at hyggja eftir møguleikunum fyri at flta skrivstovur sínar úr London til aðrar evropeiskar býir sum París og Frankfurt.

Kelda: shippingwatch.dk