* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mánadagin leyp ein ísbjørn á ein varðhaldsmann av MS. Bremen.

Fólk í øðini um dráp av ísbjørn á Svalbard

Eftir at varðhaldsmenn á einum skipi hjá Hapag-Lloyd Cruises, MS Bremen, í sjálvverju drupu eina ísbjørn í Spitsbergen á Svalbard, eru fólk vorðin í øðini.

 

Sambært upplýsingum frá Hapag-Lloyd Cruises varð ísbjørnin í Spitsbergen skotin í neyðverju, tá fýra varðhaldsmenn hjá felagnum fóru í land at tryggja økið.

 

Vanliga ræða varðhaldsmenninir møguligar ísbjarnir við ávaringarskotum, men hesaferð eydnaðist tað einari ísbjørn at loypa á ein varðhaldsmann, áðrenn tað vardi teir. Tað fekk ein av hinum monnunum at skjóta ísbjørnina fyri at bjarga starvsfelaganum.

 

Tann frágreiðingin kann ikki brúkast, skalt tú trúgva útsagnunum á sosialu miðlunum.

 

- Hann kundi vart seg við at hildið seg burtur frá økinum hjá ísbjørnini, skrivar ein.

 

- Ferðafólkini eiga ábyrgdina av hesum deyðsfallinum. Vónandi nýttu tey upplivingina, skrivar ein annar.

 

- Ísbjarnir hungra orsakað av minkandi havísinum í póløkinum sum beinleiðis avleiðing av veðurlagsbroytingunum. Hendan varð dripin fyri at bjarga egnum skinni við at uppføra seg sum eitt villdýr, skrivar uppaftur ein annar illur brúkari.

 

Hapag-Lloyd Cruises sigur í einari fráboðan, at felagið er ógvuliga tilvitað um ábyrgdina, felagið hevur, tá ferðast verður í slíkum økjum, og felagið virðir bæði náttúru og villini lívið.

 

Varðhaldsmaðurin, sum varð álopin, fekk skaða í høvdið. Hann hevði vitið, tá hann varð flogin á sjúkrahús til viðgerðar.

 

Kelda: Søfart