* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fólkafundurin 2012

Komandi fríggjadag og leygardag millum kl. 14,00 og 22,30 verður Fólkafundurin 2012 hildin í Hoyvíkshøllini og í Hoyvíkar skúla.

Síðstu fyrireikingarnar eru um at vera lidnar til at Fólkafundurin 2012 byrjar fríggjadagin. Í framsýningarøkinum í Hoyvíkshøllini verða umleið 40 feløg til staðar. Í Hoyvíkar skúla verða hildin umleið 80 ymisk tiltøk.

Endamálið við tiltakinum er skifta orð um alskyns samfelagslig viðurskiftir. Sostatt er Fólkafundurin 2012 staðið har feløg, flokkar og samtøk fara at royna at møta vanligu føroyingunum við teirra sjónarmiðunum og at lurta hvat vanligu føroyingarnir hevur at siga teimun.

Fólkafundurin 2012 verður í Hoyvíkar skúla og í Hoyvíkshøllini fríggjadagin 21. september og leygardagin 22. september, tað er opið fyri almenninginum báðar dagar frá kl. 14 til kl. 22.30

Antares sum er eitt áhugafelag fyri útisiglarar verður við á Fólkafundinum 2012, har vit hava okkara egna bás.

Táið man kemur inn ígjøgnum høvusdyrnar í Hoyvíkshøllini, so skal man fyrst snara til vinstru, so til Høgru og síðani

byrja at ganga inn eftur geiranum '' Vinna, arbeiðslív og útnbúgving''. Og har finnur man so básin hjá Antares sum er tann fyrsti á høgru hond har hann er skrásettur sum nr. 2... :-)

Tit eru vælkomin til at steðga á fyri at fáa eitt gott prát við umboð fyri Antares um leyst og fast...