* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein donsk fregatt verður skjótt send í Guineavíkina at berja niður sjórænarar í økinum.

Ein meiriluti í danska Fólkatinginum hevur samtykt at senda eina danska fregatt, eina Seahawk tyrlu og eina maritima átaksdeild til Guineavíkina út fyri Vesturafrika at berja sjórænarar niður.

 

Tað var ein breiður meiriluti í Fólkatinginum, sum í gjár samtykti eitt uppskot frá stjórnini, um at Danmark skal senda eina stríðsdeild við einari fregatt, einari Seahawk-tyrlu og einum átaksherliði til Guineavíkina út fyri Vesturafrika.

 

Endamálið er at berja niður mongu sjórænaraálopini í økinum.

 

Allir flokkar uttan Eindarlistin og Alternativið tóku undir við uppskotinum.

 

Seinastu tíðina hevur verið tætt millum sjórænaraálopini móti bæði farmaskipum, oljutangaskipum og einstøkum fiskiskipum, sum hava siglt í Guineavíkini. Partar av manningum eru tiknar til gísla, og í einum føri varð ein av manningini herfyri skotin í álopinum.

 

Donsk reiðarí hava gjørt stjórnina varuga við støðuna, sum ikki er haldbar, og nú hevur ein meiriluti í Fólkatinginum so gjørt av at fara í Guineavíkina til hjálpar.

 

Kelda: Shippigwathc o.o.



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=_bD85bBkcTg]
Sjónbandamyndir av venjing hjá danskari fregatt undir Føroyum.