* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fólkatinglimir vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen

Danskir fólkatingslimir hava verið á vitjan hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum. Vitjanin var liður í kunningarferð teirra í Føroyum.

Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði fólkatingslimirnar um føroyska sjúkrahúsverkið og um ætlanirnar, sum samgongan hevur viðvíkjandi viðgerðartrygd. Hann kunnaði eisini um, at árliga verða nógvir føroyingar sendir til viðgerð í Danmark.

Somuleiðis legði hann dent á, at hann beinanvegin fer at seta ferð á arbeiðið at dagføra donsku heilsulóggávuna í Føroyum. Hetta arbeiðið skal gerast í framhaldandi góðum samstarvi millum Heilsumálaráðið og danska heilsumálaráðið.

“Eg fegnist um vitjanina, tí Føroyar og Danmark hava so nógv samstarv á heilsuøkinum” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Kelda: Heilsumálaráðið