* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Magic Color hjá norska reiðarínum, Color Line, er nú aftur í sigling.

At Color Line avlýsti túrin hjá Color Magic úr Oslo til Kiel leygardagin 12. september var grundað á eina falska positiva koronuroynd.

 

At ein koronuroynd hjá einum av manningini á Color Magic var positiv, var orsøkin til, at Color Line valdi at avlýsa túrin úr Oslo til Kiel seinasta leygardag. Aftrat avlýsingini gjørdi Color Line av, at øll manningin skuldi kannast fyri Covid-19.

 

Tað vóru hesar royndirnar, ið avdúkaðu, at positiva royndin var skeiv, og at heldur ongin av restini av manningini hevði fingið koronuvirusið.

 

- Vit eru ógvuliga fegin um, at Color Magic kann taka dagligu siglingina uppaftur, nú við vissuni um, at ongin av manningini er smittaður, sigur samtaksstjórin í Color Line, Trond Kleivdal.

 

Tað bar í sær, at Color Magic á middegi í gjár fór úr Oslo sum ætlað.

 

Kelda: Skipsrevyen