* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fór á land við vilja

Hetta er ikki ein strandaður hvalur, men úrslit av gjøllari tilrættislegging og eitt serbygt skip til endamálið, sigur rakstrarstjórin Ottar Mæland í Deep Ocean.

Í fjør fekk Deep Ocean spildurnýggja kaðalleggingarskipið Maersk Connector í flotan í langtíðarleigu.Í ár hevur skipið verið til arbeiðis í Írska havinum fyri Dong Energy, sum herfyri broytti navn til Ørsted.

Her hevur skipið drigið kaðalar frá havvindlundini Walney Extension til Morecambe Bay í Bretlandi.

Og undir arbeiðnum hevur verið møguligt at gingið turrskøddur til og frá skipinum.

– Serliga avbjóðingin í hesi verkætlanini er at fáa kaðalarnar í land í grunnum umstøðum og við sera stórum flóð og fjøru muni.

– Maersk Connector er skræddaraseymaður til slíkar umstøður, tí vit kunnu fara inn á grynnri vatn enn onnur skip við kaðalunum umborð, varpa okkum inn og haraftrat seta skipið niður á havbotnin, tá flóðin fer út. Hetta ger, at vit kunnu liggja so nær strondini sum gjørligt, tá kaðalarnir skulu dragast heilt inn, sigur Mæland.

Tá havvindlundin er liðug, skal hon veita streym til eina hálva miljón bretsk húski.

-Vit hava lagt 136 kilometrar av kaðalum, sum kunnu flyta streymin í land, ið verður framleiddur langt úr landi, greiðir Mæland frá.

Sáttmálin, ið er upp á fleiri 100 miljónir krónur, hevur givið DeepOcean eitt sterkari fótafesti innan varandi orku.

Inn frá Walney ganga tveir kaðalar, so felagið gjørdi í roynd og veru arbeiðið tvær ferðir.

– Hetta krevur góða planlegging og nógva samskipan, tí vit skulu allatíðina taka atlit at flóð og fjøru. Alt má gerast til tess at tryggja eina trygga ílandføring av kaðalunum.

Eftir oljuprísfallið er varandi orka vorðin eitt støðugt týdningarmiklari bein at standa á hjá felagnum.

- Nú vit hava prógvað, at hetta ber til við góðum úrsliti, vænta vit fleiri uppgávur av hesum slag í árunum sum koma, sigur Ottar Mæland.

Kelda: e24.no